SOLEIÐIS ARBEIÐA VIT

Articon er arbeiðstakari í breiðari merking í byggivinnuni í Føroyum. Vit standa fyri, menna og byggja. Okkara aðalmál er, at vit rættstundis veita okkara vøru við tí røttu dygdini, og vit hava greiðar mannagongdir, sum skulu tryggja hetta málið. Samstundis seta vit okkum fyri at fara væl um umhvørvið, vit virka í, og hava eitt mennandi og trygt arbeiðsumhvørvi til okkara starvsfólk.