08-10-2010

Byggibúning til Ítróttarhøll á Sandi

Tá tilboðini upp á byggibúning til ítróttarhøll á Sandi blivu latin upp 30. septembur, hevðï ArtiCon lægsta boðið. Heili 14 arbeiðstakarar lótu tilboð inn, og stór spjaðing var. Lægsta tilboðið var 1,0 mió.kr., meðan tað hægsta var 2,2 mió.kr.

Arbeiðstøkan snýr seg í høvuðsheitinum um grevstur av 7.100 rúmmetrum av leysum tilfari, boring, spreinging og grovfylla av 3.500 rúmmetrum og planering av 800 fermetrum við 0-75.

Arbeiðið byrjar í næstu viku og verður avhendað fyri jól.