10-11-2007

Glyvursvegur 5. Byggistig

30. oktobur 2007 skrivaði felagið undir sáttmála við Tórshavnar Kommunu um gerð av 5. byggistigi av Glyvursvegnum, sum var boðin út í almennum útboði, ið Articon vann.

Arbeiðið umfatar ger av 700 metrum av vegi frá Reynsgøtu og út til íbindingina til útstykkingina undir Kongavarða við øllum tøkniligum íbindingum, kantsteinum og asfaltering. Harumframt skal gongutunnil leggjast undir vegin.