02-10-2007

Nýbygningar til P/F Thor

Ein partur av virkseminum hjá Articon er timburarbeiði umborð á skipum. Felagið er, sum undirveitari hjá Skipasmiðjan á Skála, í holt við at gera apteringsarbeiði umborð á nýbygningi, ið skipasmiðjan byggir til P/F Thor í Hósvík. Tað er eitt support/chase skip, sum Thor skal nýta í oljuvinnuni.

Arbeiðið, sum byrjaði síðst í juni, gongur eftir ætlan. Hetta er fyrra av tveimum skipum, sum sáttmáli er gjørdur um. Arbeiðið við seinna skipinum byrjar í mars 2008.