13-11-2007

Nýggjan skúla í Runavík

Articon stendur fyri at byggja nýggja skúlan í Runavík. Verandi skúli er tikin niður, og nýggjur skúli skal byggjast í staðin. Nýggi skúlin verður 4.800 m2. Umframt sjálvan skúlan verður ein samkomuhøll bygd, sum eisini kann nýtast sum mentunarhús uttan fyri skúlatíð.Í skúlanum verður pláss fyri 450 næmingum.

Arbeiðið verður framt í partalagi millum byggiharra, arkitekt, ráðgevandi verkfrøðingar og Articon. Hetta er fyrsta arbeiðstøka í veruligum partalagi hjá Articon, hóast felagið hevur gjørt onnur arbeiði í samstarvi, sum líkist partalagi.

Farið varð undir byggingina í oktober í fjør, og skúlin verður væntandi liðugur í desember 2008. Arbeiðið gongur eftir ætlan, og fyrsta byggistig verður liðugt til jóla. Hesin partur av byggingini kann sostatt takast í nýtslu í januar 2008.