Virðisgrundarlag Og málsetningur

Virðisgrundarlag

Articon skal vera kent fyri:

  • at vera ein álítandi samstarvsfelagi
  • at dygd, trygd og trivnaður eru í hásæti
  • at øll arbeiðir vera væl úr hondum greidd til kappingarførar prísir
  • at vera eitt lokkandi arbeiðspláss við skipaðum viðurskiftum á øllum økjum

Málsetningur

Vit vilja støðugt arbeiða fyri:

  • at fasthalda støðuna sum leiðandi byggifelag á føroyska marknaðinum
  • at skapa nøktandi fíggjarlig úrslit
  • at varðveita eitt fakligt og sosialt umhvørvi, soleiðis at røttu fakfólkini trívast í felagnum
  • at vaksa um virksemið við at troyta aðrar marknaðir, um hetta kann gerast við einum nøktandi fíggjarligum úrsliti í mun til váðan