Verkfrøði lesandi í starvslæru

Okkara vøkstur er grundaður á holla fakliga vitan, og vit raðfesta tí útbúgving og vilja fegin bjóða lesandi innan verkfrøði starvslæru at byrja skjótast gjørligt.

Starvsvenjing

Starvsfólkahópurin hjá Articon er breitt samansettur, og tí eru møguleikarnir fyri starvslæru nógvir.

Vit hava góðar royndir av at samstarva við lesandi yvir styttri og longri tíðarskeið, og dentur verður lagdur á, at báðir partar fáa sum mest burturúr.

Uppgávur

  • Góðskutrygging
  • Nøgdarútrokningar
  • Landmáting
  • Arbeiða við tekningum
  • Og mangt annað

Vit bjóða

Eitt gott arbeiðsumhvørvi, har vit millum annað hava fokus á digitalisering, burðardygd, førleikamenning og ikki minst at tú skipar tín dag sjálv/ur saman við starvsfeløgunum og leiðslu.

Løn og setanartreytir

  • Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu. 

Application due
28.02.2025
Start date
Soon as possible
Position category
Lesandi
Type
Infrastructure
Workplace
Faroe Islands
Contact

Torleif Waagstein

Framleiðsluleiðari

Follow us
Facebook LinkedIn Instagram Apply for position Other job applications