GÓÐSKUTRYGGING

Vit vilja verða kend fyri, at vit rættstundis lata røttu vøruna við røttu dygdini. Okkara góðskutrygging er okkara trygd fyri dygd. Hon skal skjalprógva, at tað, sum vit lata, er tað, vit hava avtalað.

Vit hava eina góðskutryggingarhondbók, sum altíð verður fylgd. Hetta tryggjar bæði kundum og starvsfólki dygdina í okkara arbeiði, og at tað livir upp til væntanirnar.

Okkara góðskutrygging er ein føst mannagongd fyri, hvussu alt verður skjalfest, skrásett og fylgt upp. Talan er um eina nágreiniliga góðskutryggingarætlan, har ein frágreiðing verður skrivað, so hvørt arbeiðið líður. Lidna verkætlanin verður samanborin við upprunaligu verkætlanina og frávik skjalfest.

Vit samskifta við okkara kundar gjøgnum alla tilgongdina, so vit tryggja, at vit liva upp til væntanir, og at møguligar tillagingar verða gjørdar í felags fatan og avtalu. Vit arbeiða sostatt miðvist fyri at tryggja ta avtalu dygdina á verkætlanini.

Fortreytin fyri dygdini hjá Articon er, at vit seta dugnalig og fakliga sterk starvsfólk á uppgávurnar. Tí er eisini umráðandi, at Articon áhaldandi kann draga til sín dugnalig fólk á høgum stigi í øllum liðum.