PROSJEKTLEIÐSLA

Dygdargott, rættstundis og til avtalaðan prís. Articon veitir stutt sagt tað, sum er avtalað. Tað ljóðar einfalt, men hetta umdømið kemur ikki av sær sjálvum. Eyðkenda veitingardygdin er úrslit av einari miðvísari ætlan, sum var sett í skjøldurin frá byrjan, og í dag er hjartaslátturin hjá Articon. Fyri at hetta skal eydnast, hevur Articon lagt seg eftir prosjektstýring á allar hægsta stigi. Vit leggja sera stóran dent á, at okkara starvsfólk arbeiða á einum høgum tekniskum støði. Vit fyrireika, útrokna og planleggja allar verkætlanir niður í smálutir, so tamarhald er á øllum lutum.

Vit leggja stóra orku í at hava eina dygdargóða prosjektleiðsla. Hetta er okkara trygd fyri, at vit lata tað, sum vit lova – dygdargott, til røttu tíð og avtalan prís.

Vit taka ábyrgd fyri verkætlanum tíðliga í tilgongdini, vit seta alt upp, so tað er neyvt og realistiskt, og vit fylgja upp eftir føstum mannagongdum, so vit eru til reiðar, um okkurt óvæntað stingur seg upp. Hetta krevur væl útbúgvin, dugnalig og nærløgd starvsfólk, við sterkum fakligum førleika og stoltleika. Hesi hevur Articon.

Stóri denturin á holla prosjektleiðslu ger, at Articon áhaldandi vil draga dugnalig fólk á høgum stigi til sín. Dugnalig fólk trívast best í einum sterkum fakligum umhvørvi, sum vit tí støðugt vilja tryggja.

               

Torleif Waagstein, framleiðsluleiðari verklag

Telefon +298 216 122

Sunnvard Andreasen, framleiðsluleiðari bygging

Telefon +298 226 117