Byggibúning av lendi á Norðtoftum

Arbeiðið fevndi um at gera økið við verandi smoltstøð á Norðtoftum byggibúgvið.

Støddin á útgrivna og planeraða økinum er áleið 15.000 m2.

Umframt at gera økið byggibúgvið, hevur Articon eisini gjørt eina atløgubryggju við fendarum, bjargingarstigum og pullartum. Atløgubryggjan er 25 m long og hevur eitt dýpi á 8 m.

Útgerðin til verkætlanina varð flutt til Norðtoftir sjóvegis. Orsøkin var, at størri maskinur og amboð ikki sluppu í gjøgnum verandi tunlar Norður um Fjall. Tó varð arbeiðið væl samskipað, og eydnaðist tað at handa arbeiðið til ásettu tíð.

Articon hevur grivið og flutt slakar 50.000 rúmmetrar av avgrevstri frá økinum. Hartil eru sprongdir 60.000 rúmmetrar av gróti, sum síðani eru fluttir og nýttir til uppfylling og planering.

Fakta

Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka
Slag av arbeiði
Ánari
Bakkafrost
Tíðarskeið
November 2019 - juni 2020
Sáttmálaupphædd
Ikki almenn

9Okt20 PF9A2727 1024Px 9Okt20 Pf9a2728b 1024Px