Vegagerðin av Hans Andriasar gøtu, sum umfatar ger av vegi frá Landavegnum niðan á Marknagils vegnum framvið Skúlanum á Fløtum, er liðug og avhendað Tórshavnar kommunu.
Teinurin á Marknagils vegnum frá innkoyringini Undir Gráasteini og oman móti Landavegnum er eisini høvuðs umvældur saman við eini umfatandi umlegging av el- og telekervinum. Íbinding og liðug ger av Janusar gøtu hevur eisini verið partur av hesi verkætlan.
Umframt nógv grevstrar- og planeringsarbeiði eru lagdir áleið 3,4 km av kantsteinum, asfalteraðir 23.400 m2, og 1,5 km av timburkanti eru settir upp.