Bygningurin, sum er 2.600 m2 til støddar, er bygdur úr timbri. Bygningurin er bygdur í einari hædd tó so, at nøkur rúm eru gjørd undir jørð.
Veturin 2004/2005 kom tíðliga og helt á langt út á várið við støðugum illveðri stóran part av tíðini. Tað var tí ein tungur burður at fáa bygningin innilokaðan á hávetri, men hóast truplu byrjanina eydnaðist tað okkum at avhenda arbeiðið fyri ásettu tíðina.
Bygningurin kann hýsa 32 búfólkum, eins og rúm er fyri tveimum umlatingarbrúkarum.