Tann 20. desember 2016 skrivaðu samtakið Articon-Búsetur Í/F og Tórshavnar kommuna undir arbeiðstakarasáttmála um jørðarbeiðið til stóru skúlabyggingina á Fløtum.
Bygningurin er samansettur av 7 sjálvstøðugum eindum. Arkitektarnir ímynda sær hesar verandi 7 oyggjar, ið verða skildar sundur og samstundis samanbundnar av firðum og sundum, ið felagsøkini mynda.
Bygningurin er 155 metrar til longdar, 45 metrar breiður og 18 ávikavist 4 metrar høgur har hann er ávikavist hægstur og lægstur. Bygningurin er 11.600 m² til støddar.
Burtursæð frá veggunum uppat ítróttarhøllini, eru útveggirnir úr glasi. Glasfasadan er 3.454 m² til støddar.
Nógv er gjørt í mun til ljómburðin í skúlanum. Í bygninginum eru uppsettir 2.435 m² av ljóðísúgvandi tilfari á innveggirnar. Loftið eigur eisini sín part fyri at betra um ljóðviðurskiftum í skúlanum, har 8.265 m² av troldtekt lofti eru settir upp.
Yvir ítróttarhøllini eru berandi stálsperrur brúktar. Hesar sperrur bera 2 hæddir og hava eitt frítt spenn á 27 metrar tvørtur um høllina. Tann størsta sperran vigaði umleið 35 tons.
Á brúnum millum oyggjarnar og á rásunum fram við skúlastovunum í erva er rimaverk úr timbri. Samanlagt er ein hálvur kilometur av rimaverki í skúlanum.