27. september 2022 varð sáttmáli undirskrivaður um nýggju stórhøllina í Hoyvík. 22. desember varð spakin settur í, og síðan hevur gingið við fullari ferð.

Í apríl 2023 byrjaði jørðarbeiðið, í juli betongarbeiðið. Í februar 2024 varð fyrsta stálið sett upp, í apríl varð farið at smíða og leggja el, og í juni varð farið undir HVS’ið.

28. juni 2024 varð høllin reist, og í dag, 15. februar 2025, er hon liðug og avhendað.

Høllin hevur 8.500 fermetrar klárar til alskyns tiltøk

Her eru nøkur onnur fakta:

·         4.700 áskoðarar kunnu vera til konsert.

·         2.200 áskoðarar hava sitipláss til ítróttatiltøk + standiplássini.

·         637 parkeringsbásar.

·         50 kilometrar av rørum, ræsum og kaðalum veita høllini hita, luft og streym.

·         200 tons av stáli, 300 tons av armering og 10.000 tons av betongi tryggja hana ímóti veðri og vindi.

·         1.600 fermetrar av vøkrum glasi, 8.000 fermetrar av snotiligum gólvum og 11.000 fermetrar av fagurmálaðum veggjum gera hana ljósa og góða at vera í.

Hóast tað stundum hevur verið avbjóðandi at gera høllina og alt uttanum, so hevur tað eydnast til fulnar, og høllin er avhendað til tíðina.

ArtiCon hevur verið heildarveitari av verkætlanini

Føroyskir undirarbeiðstakarar hava verið:

·         AVlux: skíggjar o.a.

·         BE Smíð: innanduraglas

·         Demich: ventilatión

·         EL.FO: elarbeiði

·         Elding: køksútgerð

·         Inventar Tænastan: hillar o.a

·         Leif Mohr: kølirúm

·         Maria Poulsen: hiti, vatn og sanitet

·         RND: málaraarbeiði

·         Dekostovan: skeltir

·         Strikivaktin: parkeringsbásar

·         VM Gólv: gólvarbeiði

Útlendskir undirveitarar hava verið:

·         EGAS sport: stólapallar, heysiveggir, ítróttagólv

·         Give Steel: stálarbeiði

·         Holtec Solutions: ølanlegg

·         Iliard og Armet Bis: innbúgv o.a.

·         Jorton: múraraarbeiði

·         KONE: elevatorar

·         Lett-Tak Systemer: takelement

·         Merkur Gardiner: gardinur

·         Norvik: trappur

·         Phønix Tag Materialer: takpapp

·         Tarpgaard: alufasadur

Føroyskir undirveitarar, sum hava gjørt sáttmálafrí arbeiðir:

·         BP bygging: timburarbeiði

·         Hellisá: jørðarbeiði

·         I.R. Lastbilar: kranabilar o.a.

·         KONSAX: jørðarbeiði

·         Kontek: timburarbeiði

·         Kreton: asfalt

·         Krosscon: jørðarbeiði

·         Norcon: betongarbeiði

·         NorCrew: betongarbeiði

·         Plan: jørðarbeiði

·         Stroyður: timburarbeiði

·         Systemlyklar: lás o.a.

·         Thomsen: kranabilar o.a

·         Univice: stálarbeiði

Ráðgevar

·         B-Consult: konstruktión

·         CN3: samskipan

·         Gade & Mortensen: akustikkur

·         Landsbyggifelagið: jørð og lendi

·         NSW: arkitekturur

·         Riksheim: HVS

·         Stefan Ekberg Arkitekter: arkitekturur

·         SMJ: brunaráðgeving/roykeftirgerð

·         SPENN: triðjapartseftirlit

·         Tussa: el

·         Verkfo: brunaráðgeving

Eftirlit

·         FUGLARK

·         Landsbyggifelagið

·         PBC

List

·         Edvard Fuglø

·         Hans Pauli Olsen

ArtiCon takkar øllum fyri eitt valaverk og gott samstarv. Vit takka somuleiðis byggiharranum Við Tjarnir fyri sýnt álit og dygt samarbeiði ígjøgnum alla verkætlanina. Eisini takka vit Tórshavnar kommunu sum byggimyndugleika og Sløkkiliðnum fyri gott samstarv.

Við ynskjum um tað besta fyri Tjarnir.