Í oktober 2017 byrjaði arbeiðið hjá Articon at yvirstoypa gólvini á Glasir. Samlaða gólvvíddin á teimum 6 hæddunum var umleið 13.000 m2.

Í februar 2018 byrjaði arbeiðið at gera stóru betong trappuna, sum er høvuðs samkomustaður í skúlanum. Trappan hevur 42 trin, har tað longsta trinið er 22 metrar langt. Trappan  byrjar á 1. hædd og endar á 3. hædd. Samlaða flatan er umleið 1.400 m2 til støddar.

Fyri at lætta um atkomuna hjá rørðslutarnaðum eru rampur gjørdar millum trinini. Tá trappan bleiv gjørd, varð dentur lagdur á, at tilgongdin var so burðardygg, sum tilbar. Tað serliga við hesi trappu er, at trinini eru ikki eins, og tí máttu nýggir formar gerast til hvørt trinið og rampurnar í millum trinini. Tað eydnaðist at endurnýta formarnar 3 til 6 ferðir.


10Feb21 84A5231 1024 10Feb21 84A5235 Pano 10Feb21 84A5205 10Feb21 84A5197 1024Px 10Feb21 84A5201 1024Px 10Feb21 B3A6375 1024Px