Um okkum
Articon hevur serligan førleika innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggibúgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði, tá skip verða bygd ella umvæld. Vit kunnu standa fyri ella vera partur av so at siga øllum verkætlanum ella byggiarbeiði so sum skrivstovubygningar, verksmiðjubygningar, goymsluhallir, umvæling og umbygging.
Undir slagorðinum "Eitt trygt grundarlag" leggur Articon stóran dent á at vera álítandi í sínum arbeiði, veita eina dygdargóða tænastu og halda gjørdar avtalur. Samstundis er orkan so mikið stór, at tað ber til at økja um ferðina, so tíðarfreistir kunnu haldast.
Articon hevur útgerð og amboð til tað mesta, men vit leggja okkum annars eftir at útvega neyðugu útgerðina eftir tørvi og stødd á tí arbeiði, sum skal gerast. Articon kann virka bæði sum høvuðsarbeiðstakari ella sum undirveitari. Vit hava sett okkum fyri at kunna loysa allar byggiuppgávur, og tí hava vit uppbygt eitt gott samstarv við ein breiðan hóp av samstarvsfeløgum bæði í Føroyum og uttanlands. Vit bjóða okkum eisini til at stýra verkætlanum fyri byggiharrar.
Umráðandi er at hava gott samskifti um alt, ið skal gerast, líka frá fyrstu strikunum á tekniborðinum til lidna arbeiðið. Hetta er av alstórum týdningi, tá tíðarfreistir skulu haldast og arbeiði samskipast, so ongum nýtist at bíða eftir øðrum.