Samfelagsábyrgd

Samfelagsábyrgd felagsins er eitt hugtak, ið fevnir um tey átøk, sum á ein ella annan hátt bæði eru felagnum og samfelagnum at gagni.

ArtiCon er ein av størstu byggifyritøkum í Føroyum, og vit eru tilvitað um, at felagið hevur ein týðandi samfelagsligan leiklut. Virksemi felagsins ávirkar bæði menniskju og umhvørvi, og tí er okkara mál at fyribyrgja, at vit á nakran hátt hava neiliga samfelagsliga ávirkan, men at vit tvørturímóti á ábyrgdarfullan hátt skapa virði, ið bæði eru felagnum og samfelagnum at gagni.

Okkara fokusøki eru:

• Starvsfólk
• Trygd
• Umhvørvi
• Samfelagsábyrgd
• Etikkur

 

Starvsfólk

Starvsfólkini eru okkara týdningarmesta tilfeingi, og tí miðja vit eftir at skapa bestu karmarnar fyri arbeiðsgleði og javnvág millum arbeiði og frítíð.

Vit vilja tryggja:

• at øll okkara starvsfólk hava greið setanarviðurskifti, har allir galdandi lønarsáttmálar og galdandi arbeiðsumhvørvislóg í minsta lagi verða fylgd
• at starvsfólkini hava møguleika fyri at førleikamennast
• at vit hava ein starvsfólkahóp, ið er breitt samansettur, bæði fakliga og í mun til aldur

Aðalmál okkara er:

• at skapa eitt høgt trivnaðarstøði
• at minka um sjúkrafráveru
• at skipa fyri førleikamenning eftir tørvi

 

Trygd

Hjá ArtiCon eru vit tilvitað um, at byggivinnan hagfrøðiliga er millum tær vinnur, har flestu arbeiðsskaðarnir henda. Tí vilja vit leggja eyka orku í tað fyribyrgjandi arbeiðið við tí endamáli, at eingin skal fáa skaða í arbeiði hjá ArtiCon.

Vit vilja tryggja:

• at eingin fær skaða ella varandi mein í arbeiði hjá ArtiCon
• at okkara starvsfólk kenna seg trygg í teirra arbeiði fyri ArtiCon
• eitt gott og konstruktivt samstarv við Arbeiðseftirlitið og aðrar viðkomandi myndugleikar

Aðalmál okkara er:

• at avmarka talið av arbeiðsskaðum so nógv sum yvirhøvur gjørligt

 

Umhvørvi

Hjá ArtiCon eru vit tilvitað um okkara umhvørvisábyrgd í sambandi við okkara virksemi.

Vit vilja tryggja:

• at vit hava fyrilit fyri umhvørvinum og nýta tilfeingi á skynsaman hátt
• at vit nýta dagførda tøkni á øllum økjum.

Aðalmál okkara er:

• at tryggja, at virksemi okkara hevur so lítla neiliga ávirkan á umhvørvið sum gjørligt

 

Samfelagið

Hjá ArtiCon eru vit tilvitað um, at okkara virksemi er við til at mynda føroyska samfelagið. Tí ynskja vit eisini at geva okkara íkast til, at føroyska samfelagið áhaldandi mennist.

Vit vilja tryggja:

• at vit stuðla vælgerandi endamálum, ítrótti og mentan
• at vit geva okkara íkast til at menna føroyska arbeiðsmarknaðin og føroysku arbeiðsfjøldina
• at vit geva fólki møguleika til at yrkisútbúgva seg

Aðalmál okkara er:

• at føroyska samfelagið sær ArtiCon sum ein ábyrgdarfullan samstarvsfelaga í menningini av samfelagnum

 

Etikkur

ArtiCon hevur nógv sambond við umheimin, og tí er vandi fyri, at ein ótilvitað kemur at bera seg skeivt at. Hesum vilja vit fyribyrgja.

Vit vilja tryggja:

• at vit hava greiðar leiðreglur á øllum viðkomandi etiskum økjum
• at okkara starvsfólk vísa sømiligan atburð í øllum arbeiði fyri ArtiCon
• at alt okkara virksemi er bygt á sannføri og gjøgnumskygni

Aðalmál okkara er:

• at fyribyrgja, at ArtiCon ber seg óetiskt at í sínum virksemi