Granskingarráðið tók stig til átakið ”COVID-19” í apríl 2020. Endamálið var at kortleggja og granska COVID-19 ávirkanina og avleiðingarnar í Føroyum. Vitanin, sum fæst til vega, verður brúkt beinleiðis og óbeinleiðis í tílbúgving, heilsuverkinum og aðra staðni í samfelagnum. Eisini verða úrslit almannakunngjørd í altjóða tíðarritum.
Fyritøkur høvdu møguleika at stuðla átakinum. Samfelagsábyrgd er eitt av økjunum innan burðardygd, sum Articon hevur valt at arbeiða við. Átakið passaði sera væl inn í hetta arbeiðið, og tí valdi felagið at stuðla átakinum.
Á heimasíðuni hjá Grannskingarráðnum ber til at kunna seg meira um úrslitini, sum eru komin burturúr átakinum. Sí leinkjur niðanfyri.
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/covid-19-verkaetlanir/ og
https://www.gransking.fo/en/resources/covid-19-projects/
Dømi um almannakunngjørdar greinar og frágreiðingar
Um fyrstu koronubylgjuna í Føroyum
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/grein-um-fyrstu-koronubylgjuna-i-foroyum/
Um langtíðar sjúkueyðkenni av COVID-19
https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/grein-um-langtidar-sjukueydkenni-av-covid-19/
Um ávirkanina av Covid-19 á fiski- og alivinnuna og avleiðingarnar fyri føroyska búskapin