Søga

Articon varð sett á stovn í januar 2001. Málið var at koma skjótt upp í eina ávísa stødd fyri at hava orkuna til at loysa stórar uppgávur og kappast við aðrar fyritøkur á marknaðinum.

Í apríl 2001 keypti Articon virksemið og amboð hjá fa. Bjartur Skipanes, sum serliga hevði drúgvar royndir innan jørð- og kloakkarbeiði. Um hetta mundið hevði Articon hvørki manning ella útgerð til at loysa tílíkar uppgávur, so eyðsæð er, at keypið økti munandi um møguleikarnar hjá Articon at bjóða seg fram, sum eitt fullfíggjað byggifelag.

Við árslok 2001 keypti Articon felagið Byggi-Service á Skála, ið hevði drúgvar royndir á marknaðinum, serliga innan timbur- og snikkaraarbeiði. Fyrstu árini vóru móður- og dótturfelag rikin sum tvey feløg við somu leiðslu, men við ársbyrjan 2007 blivu tey endaliga løgd saman. Hetta hevur givið felagnum munandi betri møguleikar at bjóða kundunum heildarloysnir til alt vanligt byggiarbeiði.

Frá byrjan av legði Articon stóran dent á at byggja upp eitt sterkt fakligt umhvørvi, sum skuldi borga fyri dygdargóðum avrikum í øllum verkætlanum. Samstundis var málið frá byrjan at byggja eina organisatión, sum var før fyri at fyrireika og stýra verkætlanum, so tær hildu í tíð og kostnaði.

Tá ið havnin á Krambatanga varð boðin út í 2003, legði Articon nógv fyri í royndini at fáa hetta arbeiðið. Talan var um eina krevjandi verkætlan, sum var stór og kravdi neyvleika. Tað eydnaðist Articon at vinna útboðið, og hendan verkætlanin var við til gera, at Articon fekk ta støddina, sum skuldi til fyri at fáa skipað eina sterka prosjektleiðslu o.a. til størri verkætlanir.

Í 2005 vann Articon kappingina um at gera skúlan við Løkin í Runavík. Partalag var stovnað við Runavíkar kommunu, sum vildi hava skúlan at vera ein stoltleika fyri býin. Articon var heildarveitari og hevði ábyrgdina av prosjekteringini og stóð fyri øllum lutum í byggingini. Skúlin lyfti Articon á eitt nýtt stig, sum gav dirvi, stødd og møguleikar at standa fyri nýggjum frambrotum í bygging.

Spennandi verkætlanir, sum gjørdust varðar í føroyskari bygging, eru síðan lagdar aftrat avrikslistanum. Nevnast kunnu stórir og sjónligir bygningar sum skúlin á Argjahamri og Boðanesheimið, farstøð og tænastubygningur til Vága Floghavn og nýtt høvuðssæti til Bank Nordik, eins og aðrar størri og smærri verkætlanir.

Seinnu árini hevur Articon átikið sær einstakar uppgávur uttanlands, m.a. havnaarbeiði í Hetlandi og vegagerð í Noregi. Hesar hava eydnast væl og hava givið royndir.

Høvuðsdenturin hjá Articon fer áhaldandi at liggja í Føroyum; málið er at halda fast um støðuna sum leiðandi byggifelag, samstundis sum vit vilja varðveita og víðarimenna eitt fakligt og sosialt umhvørvið, har røttu fakfólkini trívast.