18-04-2018
ArtiCon við á ráðstevnu fyri lesandi
Leygardagin 21. apríl verður ein spennandi ráðstevna fyri lesandi í Danmark. Ráðstevnan verður á Norðuratlants Bryggjuni í Keypmannahavn. Hon byrjar kl. 11.00 og endar kl. 16.00.
ArtiCon luttekur eisini á ráðstevnuni við einum bási. Góður møguleiki verður hjá lesandi at kunna seg um møguleikarnar at koma í eitt summarstarv ella í eina starvsvenjing í ArtiCon undir lesnaðinum. Felagið kann eisini bjóða spennandi og avbjoðandi yrkisleið í byggivinnuni. Tí er tað eisini ein góður møguleiki fyri lesandi, sum skjótt verða liðug við lesnaðin.
Lesandi, sum longu hava roynt eitt summarstarv í ArtiCon, verða eisini at hitta á básinum. Kom á vitjan á básinum hjá ArtiCon og hoyr nærri um møguleikarnar.