05-09-2007

Húsagrundir í Dýrindalsgøtu

Í mai mánaði 2006 lat Articon jørð-, betong- og kloakkarbeiði av hondum til 42 húsagrundir í arbeiðstøkuni "Samanbygd hús í Hoyvíkshaganum Suður" (seinni kend sum Dýrindalsgøta).

Fyrr í summar vórðu spurningar settir, hvørt fyllan undir gólvinum var nóg drenandi ella ikki. Fyri at beina fyri hesum iva, og fyri at Tórshavnar kommuna sum okkara kundi skuldi hava minst møguligan ampa av hesum ivanum, valdu vit at bjóða okkum til at taka gólvini upp aftur, leggja skerv og nýggja bjálving undir og stoypa gólvini av nýggjum. Arbeiðið verður væntandi liðugt um miðjan september.