05-07-2008
Lisitatión - nýggjur skúli á Hamrinum á Argjum
Fríggjadagin 4. juli 2008 hevði Tórshavnar Kommuna lisitatión upp á arbeiðstøkuna "nýggjur skúli á Argjum". 5 fyritøkur/samtøk vóru prækvalificerað til at bjóða upp á arbeiðið. Articon hevði lægsta boðið upp á slakar 131 mió.kr.
Verkætlanin fevnir um ein skúla, sum er 6.400 m2 til støddar, har rúm skal verða fyri umleið 450 næmingum og 50 lærarum og øðrum starvsfólki. Eisini skal rúm verða fyri felagsøkjum, fimleika- og samkomuhøll, serstovum v.m.
Arbeiðið at byggja nýggja skúlan verður skipað eftir partalagsleisti, har arbeiðstakarin m.a. skal luttaka í menningini av projekttilfarinum.