16-03-2018

Starvsfólk hjá ArtiCon á tornkranaskeiði

Í tríggjar vikur hevur eitt tornkranaskeið verið á Hjalla. Vinnuhúsið skipaði fyri skeiðnum. ArtiCon hevur latið krana og økið til skeiðið. 13 skeiðsluttakarar luttóku á skeiðinum. Vanliga mugu føroyingar niður til Danmarkar at fáa skeiðið og er tað kostnaðarmikið. Tí er hetta ein góður møguleiki fyri byggivinnuna í Føroyum.

Millum skeiðsluttakararnar vóru fýra starvsfólk frá ArtiCon. Starvsfólk hjá ArtiCon hava góðar møguleikar at skapa sær eina spennandi yrkisleið í ArtiCon við nógvum ymiskum fakligum førleikamennandi skeiðum. Dagliga eru hesi fýra starvsfólkini partur av byggitoymum á byggiplássum runt landið. Skeiðið endar í dag og siga luttakararnir, at tað hevur verið spennandi og gevandi.