Samstarv
Articon bjóðar seg fram sum samstarvsfelagi á øllum økjum innan byggivirksemi. Í okkara samstarvi leggja vit stóran dent á at vera álítandi og halda tað, vit lova. At lata okkara uppgávur til tíðina, fyri tann avtalaða prísin og við tí røttu dygdini eru aðalmál í okkara virksemi.
Hetta er møguligt, tí vit leggja stóran dent á at hava stýring og tamarhald á okkara verktætlanum frá fyrstu strikunum á tekniborðinum til lokið verk. Vit hava dugnalig fólk, ið hava serkunnleika hvør á sínum øki. Sterku førleikarnir tryggja okkum, at avtalur og verkætlanir halda. Har vit ikki sjálv hava serkunnleika, hava vit gott samstarv við ráðgevar og undirveitarar í Føroyum og uttanlands.
Okkara samstørv verða skipað í ymskar arbeiðstøkuleistir.
Heildararbeiðstøka
Ein heildararbeiðstøka kann vera tann lættasti mátin hjá einum byggiharra at fremja eina verkætlan uppá, tí hann bert hevur ein sáttmálapart at samskifta og samstarva við, meðan Articon tekur sær av øllum øðrum sáttmálum og avtalum við ráðgevar og arbeiðstakarar.
Í einum tílíkum samstarvi hevur Articon høvuðsábyrgdina av øllum lutum í byggiverkætlanini heilt frá umsóknini um byggiloyvi, allari bygging og til endaliga nýtsluloyvið.
Hesin arbeiðsleisturin kann eisini vera ein fyrimunur, um tú sum byggiharri ynskir, at Articon kemur tíðliga inn í myndina tá verkætlanin er á hugskotsstigi. Tá kunnu vit ráðgeva um tilfarsval, tøkniligar loysnir og byggihátt. Harvið kann Articon vera vit til at tryggja góðskuna í byggingini, soleiðis at dygdin er á hægsta stigi, og at tíðarætlanin eins og kostnaðarmetingin halda.
Høvuðsarbeiðstøka
Í eini høvuðsarbeiðstøku ger Articon meginpartin av sjálvum byggiarbeiðinum, meðan byggiharrin hevur avtalu við ráðgevar um projektering og eftirlit. Eins og i heildararbeiðstøkum hevur Articon her sáttmálar við undirveitarar um ger av HVS-, EL- og málaraarbeiðir.
Fakarbeiðstøka
Ert tú í gongd við eina verkætlan, har tú manglar ein veitara á einum serstøkum arbeiðsøki, so hevur Articon serkunnleika á flestum økjum innan verklags- og byggivinnuna. Tá talan er um eina avmarkaða uppgávu í einari størri verkætlan, so kann Articon avgreiða hetta í einari fakarbeiðstøku.
Partalag.
Articon hevur góðar royndir við partalagi, ið hevur roynst væl sum samstarvsháttur í sambandi við størri byggiverkætlanir. Loysnin byggir á tætt samstarv millum byggiharra, ráðgevar og arbeiðstakara, har álit og opinleiki millum partarnar eru lyklaorð. Í tøttum samstarvi finna partarnir tær bestu loysnirnar frá hugskoti til liðugt verk. Er Articon við frá byrjan, kunnu okkara royndir koma verkætlanini til góðar. Verkætlanin kann soleiðis stýrast neyvt frá byrjan til enda; hetta er fortreytin fyri eina skynsama og dygdargóða bygging.
Eitt partalag hevur við sær, at byggingin er skipað við stýrisbólki við umboðum fyri byggiharra, ráðgevar og arbeiðstakara. Bólkurin hevur yvirskipaðu stýringina við verkætlanini. Undir stýrisbólkinum er ein verkætlanarbólkur, sum loysir arbeiðið byggitøkniliga við atliti at dygd, tíðar- og fíggjarkarmi.
Fyritreytin fyri einum væleydnaðum partalagi er, at verkætlanin hevur greið mál og mið, gott samstarv og samskifti, týðiliga og greiða fígging, væl skipaðan bygnað og eina greiða avtalu um ábyrgdarbýti. Articon hevur royndirnar og førleikarnar at tryggja alt hetta.