Kranar
Við kranum okkara kunnu vit átaka okkum nógvar ymiskar uppgávur í vanligum byggiverkætlanum í sambandi við t.d. forskallings- og stálarbeiði eins og í seruppgávum s.s. lyfting av vindmyllum, skorsteinum, bátum v.m.
Articon hevur ein Grove 250 tons mobilkrana, sum lyftir upp í 95 metra hædd og ein Liebherr 110 tons rough terrain krana. Tá vit fara til verka, verður arbeiðið væl fyrireikað, og vit leggja stóran dent á, at loysa sjálvt tær mest torføru uppgávunar á ein tryggan, skynsaman og munagóðan hátt.
Articon hevur eisini 3 hálvflytiførar byggikranar av slagnum IGO 50, sum allir hava eina krókhædd á 23,2 metrar og ein arm á 40 metrar. Harafturat hava vit ein Hoeflon C10 krana, sum er soleiðis bygdur, at hann kann pakkast saman, so hann gongur inn gjøgnum vanligar hurðar.