Verklagsarbeiði

Articon er búgvið til at loysa nógvar ymiskar størri og smærri verklagsuppgávur. Vit hava gravimaskinur í øllum støddum, dumparar, kranar og kranabilar, borivognar og grótknúsara. Flestu gravimaskinurnar og borivognarnir eru útgjørd við teldum, sum sambinda amboðini við framkomnar telduskipanir til avseting og uppmáting. Hetta ger, at arbeiðið við hesum maskinum verður sera munadygt, góðskutryggingin á høgum stigi og fíggjarliga úrslitið hjá byggiharanum best møguligt. Við dugnaligum og royndum fólki kunnu vit loysa sjálvt tær torførastu uppgávurnar.

Byggibúningararbeiði

Verklagsarbeiði kann vera partur av eini byggiverkætlan, har tað, áðrenn farið verður at byggja, skal gerast eitt byggibúningararbeiði, har virkisbygningur ella sethús skulu standa. Í Føroyum er ofta er neyðugt, eftir at tað er grivið oman av, at bora og spreingja, áðrenn økið kann planerast. At leggja neyðugar kloakkir og aðrar leiðingar í lendið er natúrligur partur av byggibúningararbeiðinum.

Lendisarbeiði

Eins og byggibúning er ein natúrligur partur av eini byggiverkætlan, er lendisarbeiði eisini ein týðandi partur av eini væleydnaðari bygging. Arbeiðið umfatar liðugtger av økinum uttan um bygningin, har jørðildið verður javnað ella lagt eftir ynski frá byggiharranum.

Vegagerð

Vegagerðir eru ein stórur partur av virksemi felagsins innan verklagsarbeiði. Vegagerð kann vera einasta innihaldið í eini verkætlan, men hon kann eisini verða partur av eini verkætlan í sambandi við útstykkingar av grundøkjum til vinnu- og privatkundar, har til- og frákoyringar skulu gerast v.m.

Havnargerð

Í sambandi við havnagerðir er verklagsarbeiði vanliga stórsti parturin, har talan kann vera um dýping við boring og spreinging á botni, uppfylling, laðing av grótkasti, spunsarbeiði og betongarbeiði, har hamari og bryggjuøki verða stoypt umframt asfaltering.

Tunnilsgerð

Seinnu árini hevur Articon ment førleikar innan tunnilsgerð og verið við til at gjørt tunlar – bæði sum luttakari í íognarfelagi og sum høvuðsarbeiðstakari. Talan er um samferðslutunlar eins og frystitunlar.

Brúgvagerð

Articon hevur royndir at gera brúgvar og at umvæla brúgvar. Arbeiðini eru gjørd í heildararbeiðstøku ella høvuðsarbeiðstøku.

Fjarhiti

Seinnu árini hevur Articon arbeitt fyri Fjarðhitafelagið at leggja fjarðhita ymsastaðni í Tórshavn. Talan er um bæði av minni og størri uppgávur. Articon hevur staðið fyri arbeiðunum og gjørt verklagsarbeiði, meðan undirveitarar hava sveisað.

Torleif Waagstein
Framleiðsluleiðari/COO verklag
Telefon +298 216 122