Arbeiðið fevndi um at bora og spreingja í grótbroti, flyta og leggja grót út, dýpingararbeiði, at seta niður spuns, stoypa hamara og planera økið, leggja kloakk- og vantleiðingar, seta upp ljósmastrar við meira.
Av tilfari bleiv millum annað nýttir umleið 300.000 m3 av gróti, 1.500 m3 av betongi og 1.100 tons av jarni til armering og spuns. Burtur úr hesum fekk byggiharrin 300 metrar av spunskei, 200 metrar av grótkasti og eitt keiøki upp á umleið 10.000 m2.
Hetta var størsta havnaarbeiði, sum gjørt var í landinum, síðan ferjulegan á Gomlurætt bleiv gjørd fyrst í nítiárunum. Avbjóðingin var at skipa og stýra mannagongdum, tíðarætlanum og kostnaði.