Útstykking í Vestmanna
Articon hevur staðið fyri arbeiðinum at gera økið við Grótbrúgv í Vestmanna byggibúgvið.
Í útstykkingini við Grótbrúgv eru 22 grundstykkir, sum øll eru millum 500 og 700 fermetrar til støddar. Talan er um framhald av útstykkingini í Vestri ovarlaga í Vestmanna.
Verklætlanin byrjaði í oktober 2017 og var liðug í juli 2018.