14-01-2008

1. byggistig av Runavíkar Skúla tikið í nýtslu

Arbeiðið at byggja nýggjan skúla í Runavík hevur gingið eftir ætlan, og 7. januar 2008 bleiv 1. byggistig, sum avtalað, tikið í nýtslu. Í ummáli er hetta byggistig umleið 1.500 m2, sum svara til góð 30% av samlaðu gólvvíddini. Talan er um A- og B-bygningarnar, har 8 skúlastovur, 3 bólkarúm, 4 fakhøli og 1 lærarastova eru.

2. byggistig er í gongd. Jørð-, kloakk- og betongarbeiði er komið væl áleiðis, eins og arbeiðið at inniloka partar av hesum byggistigi er byrjað.

Sum heild hevur arbeiðið gingið eftir ætlan, síðan spakin bleiv settur í 2. oktobur 2006, og skúlin verður væntandi liðugur í desember 2008, sum upprunaliga ætlað.