31-08-2022

Arni Tausen og Dánjal Akselsson Haraldsen útlærdir handverkarar

Í dag var samkoma hjá Articon í elementhøllini á Sundi, tá ið tveir menn fingu sveinabrævið og nú eru handverkarar.

Teir tveir eru: Arni Tausen, timburmaður og Dánjal Akselsson Haraldsen, Timburmaður.

Á samkomuni bar Jón Sigurdsson, stjóri á Articon, teimum nýggju handverkarunum eina heilsan. Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við útbúgvingini og góða eydnu á leiðini víðari. Bæði Arni og Dánjal halda áfram í starvi hjá Articon.