02-10-2020

ArtiCon søkir lærlingar til øll fakøkini í felagnum

Articon søkir eftir lærlingum innan byggi- og verklagsvinnuna at byrja 2. november 2020 ella eftir nærri avtalu. Ein útbúgving sum tú kann brúka alt lívið!

Sum lærlingur í Articon fær tú eina spennandi og væl skipaða útbúgving innan byggi- og verklagsarbeiði ella á verkstaði okkara innan maskin- og smiðjuarbeiði.

Saman við okkara dugnaligu handverkarum og arbeiðsleiðarum verður tú partur av einum toymi við hollari fakligari vitan og nógvum royndum. Ein lærutíð skiftir ímillum spennandi arbeiðsuppgávur og menning úti á einum byggiplássi og bókliga førleikamenning á teknisku skúlunum í Havn, í Klaksvík ella í Danmark í tilsaman 55 vikur. Lærutíðin er 4 ár.

Tá lærutíðini er liðug, hevur tú fingið eina útbúgving, sum opnar nógvar hurðar fyri framtíðar møguleikum sum handverkari. Tú hevur harumframt eisini fleiri møguleikar til víðari lesnað innan millum annað byggi- ella verkfrøði.

Dygdin, trivnaðurin og trygdin hava sera stóran týdning í Articon. Tí skipa vit fyri serligum lærlingadøgum, regluligum lærlingasamrøðum og ymiskum trygdar- og trivnaðartiltøkum í lærutíðini. Á hendan hátt góðskutryggja vit, at tú fær eina dygdargóða útbúgving sum handverkari.

Sí starvslýsing og søk lærupláss á fylgjandi leinkju https://www.articon.fo/leys-storv/articon-sokir-laerlingar-til-oll-fakokini-i-felagnum/