03-12-2019

Runavíkar kommuna og ArtiCon skrivaðu undir sáttmála

Runavíkar kommuna og ArtiCon skrivaðu fyrst í november undir sáttmála um at stykkja út grundøkir suður frá Hórheiðum á Skála.

Í síðstu viku setti Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, spakan í.  Talan er um 27 grundstykkir, sum skulu standa klár í november 2020.

Áleið 10 fólk hjá ArtiCon verða knýtt at verkætlanini.  Vit ynskja teimum alt tað besta við arbeiðinum!