07-01-2023

Jákup Klein Hansen liðugur við sveinastykkið

Jákup Klein Hansen, timburlærlingur er liðugur við sveinastykkið og harvið tann bókliga partin av útbúgvingini. Í hesum sambandi var ein hugnaløta á Glasir í gjár, har sveinastykkini vóru víst fram. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Jákup verður útlærdur. Vit ynskja Jákupi hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Her síggja vit  Jákup og Vilhelm Jacobsen, meistara hjá Jákupi í ArtiCon avmyndaðar úti á Glasi.