28-05-2020

Nám X á virkisvitjan

Í dag hevur Articon havt vitjan av næmingum frá Nám X. Virkisvitjanin byrjaði við eini framløgu um Articon og útbúgvingarmøguleikar innan byggivinnuna. Síðani varð ein rundvísing á Hjalla, har næmingarnir m.a.  vitjaðu verkstaðið hjá Articon og betongframleiðsluna.

Dagurin endaði við eini vitjan á nýggja Hotel Brandan, har næmingarnir fingu eina rundvísing saman við verkætlanarleiðaranum á hotellinum.

Næmingarnir vóru sera hugagóðir og spurdu nógv bygging og byggivinnuna annars.

 

Vit takka næmingunum á Nám X fyri vitjanina!