30-09-2021

Geir Egholm Fossaberg útlærdur handverkari

Í morgun var hugnaløta á byggiplássinum hjá OY. Her varð tað markerað, at Geir Egholm Fossaberg er liðugur við læruna sum handverkari. Á samkomuni í morgun móttók Geir sveinabrævið og eina heilsu frá felagnum. Vit ynskja Geir hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta í framtíðini. 

Á myndini síggja vit Geir Egholm Fossaberg, timburmaður og Vilhelm Jacobsen, formaður.