27-09-2023

Inniloka frystigoymsluna hjá Pf. Poul Michelsen

Arbeiðið at gera nýggju frystigoymsluna hjá Pf. Poul Michelsen gongur væl, og skjótt er innilokað. Nú regnvindarnir eru komnir, verður gott at sleppa undir tak at arbeiða. Tað er ofta ein stórur fyrimunur fyri framdriftina og ikki minni fyri trygdina og trivnaðin hjá arbeiðsfólkinum.