17-12-2021

Áki Hellisdal útlærdur byggismiður

Í dag hevur hugnaløta verið á byggiplássinum í Tórshavn, í sambandi við at Áki Hellisdal er útlærdur sum byggismiður innan verklag. Í lærutíðini hevur Áki tikið skúlagongdina á tekniskum skúla í Odense. Vit ynskja Áka hjartaliga til lukku og alt tað besta í framtíðini.