28-05-2021

Umstøðurnar á Skótadeplinum millum Tjarna betraðar

KFUM skótarnir í Tórshavn vendu sær herfyri til Articon við fyrispurningi um stuðul til Skótadepilin millum Tjarna í Havnardali. Leiðslan í Articon helt fyrispurningin vera viðkomandi í samband við samfelagsábyrgdina hjá felagnum. Tí varð avgjørt at ganga fyrispurninginum á møti.

Skótadepilin millum Tjarna hjá skótaliði KFUM´s í Tórshavn má sigast at verða vorðin ein sonn frítíðar perla úti í vøkru náttúruni í Havnardali. Ætlanin er, at barnagarðar, skúlar og aðrir stovnar eisini skulu kunna at gera dagtúrar út á depilin, har vaksin og børn kunnu spæla, grilla og hugna sær.

Articon hevur hampað gøtur og vegir, gjørt vollar fram við gøtum, gjørt lendisarbeiðið liðugt kring ringleikhúsið, gjørt eina strond til kajakk rógving, laðað grót og gjørt moldarbeiði kring “dvala” klivar. Bál smátta hevur eisini verið ein partur av arbeiðinum. Articon hevur veitt fíggjarligan stuðul til hesa verkætlan.

Vit ynskja KFUM skótunum í Tórshavn bestu eydnu við frítíðar perluni í Havnardali, og vóna vit, at mong fáa gleði av staðnum.