10-04-2009

Sáttmáli um Argja Skúla undirskrivaður

1. apríl varð loksins skrivað undir sáttmála við Tórshavnar Kommunu um bygging av nýggjum skúla á Hamrinum á Argjum - slakar 9 mánaðir eftir lisitaiónina. Leingi er tað, ið væl skal vera.

Men talan er eisini um ein sera stóra og spennandi avbjóðing. Verkætlanin, sum verður framd í partalagi, fevnir um ein tvísporaðan skúla frá 1. til 9. flokk umframt forskúla og frítíðarskúla. Skúlin verður skipaður í 3 undirvísingarpartar, sum verða í hvør sínum bygningi. Næmingarnir verða sostatt býttir í 3 aldursbólkar. Hartil verður ein 4. bygningur við m.ø. tvífaldari fimleikahøll og innandura fótbóltsvølli/-øki til ymsa ítrótt. Allir 4 bygningarnir verða knýttir saman við felagsøkjum.

Samlaða byggingin verður um 6.500 fermetrar til støddar.

Fyrireikingarnar til verkætlanina eru longu byrjaðar, eins og nakað av lendisarbeiði verður gjørt. Jørðarbeiðið til nýggja skúlan er áður gjørt í aðrari arbeiðstøku.