25-09-2020

Lærlingar lidnir við sveinastykkið

Í dag vórðu Áron Sørensen, Andrias Dahl Joensen og Jákup Bjarnason Jacobsen, timburlærlingar, lidnir við sveinastykkið. Í hesum sambandi var ein hátíðarløta i Tekniska skúla í Klaksvík og høvi at síggja sveinastykkini hjá øllum lærlingunum, sum vóru lidnir. 

Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Áron, Andrias og Jákup verða útlærdir. Vit ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Her síggja vit lærlingarnar avmyndaðar við Jóhan Sørensen, meistari hjá lærlingunum í ArtiCon.