12-01-2021

Articon 20 ár

Tíðin rennur sum streymur í á, verður sungið, og leygardagin 9. januar vóru 20 ár ”runnin”, síðan felagið bleiv stovnað. At tað longu eru gingin 20 ár, kennist eitt sindur undarligt. Men hjá tí, ið ikki keðir seg, gongur tíðin skjótt, og hóast tað onkuntíð hevur verið heldur strævið, hevur tað ongantíð verið keðiligt.

Vit fegnast um árini higartil, teir møguleikar og tað álit, vit hava fingið frá byggiharrum og viðskiftafólki. Vit takka fyri samstarvið við veitarar og samstarvsfelagar. Serliga takka vit okkara dugnaligu og ágrýtnu starvsfólkum, sum hvør í sínum lagi og saman trúføst hava lagt klípi aftrat teimum varðum, sum bygdir eru hesi 20 árini. Stóra takk fyri tað.