03-05-2023

Jákup Klein Hansen útlærdur sum húsasmiðjur

Í morgun var hugnaløta á einum byggiplássi hjá Articon. Her varð tað markerað, at Jákup Klein Hansen er liðugur við læruna sum handverkari. Jákup kláraði her fyri sveinaroyndina á Glasir. Á samkomuni í morgun móttók Jákup sveinabrævið. Jón Sigurdsson hevði eina heilsu og handaði Jákupi sveinabrævið. Vit ynskja Jákupi hjartaliga tillukku við útbúgvingini og góða úrslitinum. Jákup heldur á fram í felagnum.