13-01-2020

Articon ger vegin til økið hjá SEV í Porkerishaganum

Articon er farið í gongd við at gera vegin til økið, har tær sjey vindmyllurnar skulu setast upp hjá SEV í Porkerishaganum. Vegurin verður 1813 metrar langur. Tá vegurin er liðugur, verður gjørt klárt til at stoypa fundamenti. Myllurnar verða settar upp í juni í ár og tá skal arbeiðið hjá Articon verða liðugt. Tær sjey myllurnar eru í alt 6,3 MW.