13-09-2022

Nýggj hybrid maskina í flotan hjá Articon

Nýggja Volvo EC300EL Hybrid maskinan er tann fyrra av tveimum hybrid maskinum, sum Articon hevur keypt.

Maskinan er útgjørd við eini Volvo hybrid skipan, sum virkar saman við bumminum. Nýggja maskinan gevur eina minking í brennievnisnýtslu uppá 20%, samanborið við tær eldru EC300 maskinurnar.

Á myndini eru Robert Gardar, útbúnaðarleiðari í Articon, saman við René Schelhase og Thomas Henriksen frá Volvo Enterprenørmaskiner A/S