26-12-2008

Skúlin við Løkin avhandaður

Leygardagin 13. desembur 2008 var hátíðarløta í Runavík, har Skúlin við Løkin bleiv handaður Runavíkar Kommunu. Hetta er nógv størsta arbeiðið, sum Articon hevur latið úr hondum.

Arbeiðstøkan er framd í partalagi, har Articon hevur verið heildarveitari. Byggingin fevnir um slakar 5.000 m2, og ikki kann sigast annað, enn at arbeiðið hevur gingið fyrimyndarligt, tí bæði fíggjarkarmur og tíðarætlan hava hildið.

Tá byrjað bleiv, varð avtalað, at arbeiðið skuldi avhandast í stigum, og hetta er 3. og seinasta byggistigið. Sambært avtalu verður arbeiðið endaliga liðugt í mars mánaða komandi.