15-05-2020

Bátahylur í Hvalba

Arbeiðið at gera bátahylin millum Bíargarð og Hamranes fór í gongd hálvan apríl 2020. Grótið til at gera bátahylin kemur í stóran mun úr nýggja Hvalbiartunlinum og úr grótbrotinum hjá kommununi. Arbeiðið gongur væl, og eftir ætlan verður verkætlanin liðug seint á sumri 2020.