24-11-2021

Zacharias Viderø Zachariasen útlærdur handverkari

Í morgun var hugnaløta á verkstaðnum hjá Articon á Hjalla. Her varð tað markerað, at Zacharias Viderø Zachariasen er liðugur við læruna sum handverkari. Á samkomuni í morgun móttók Zacharias sveinabrævið og eina heilsu frá felagnum. Vit ynskja Zacharias hjartaliga tillukku við útbúgvingini og alt tað besta í framtíðini. Hann heldur á fram at arbeiða á verkstaðnum hjá Articon.

Á myndini síggja vit Zacharias Viderø Zachariasen, maskinsmiðjur og Frívaldur Tindskarð, arbeiðsleiðari.