06-12-2019

Timburlærlingar lidnir við sveinastykkið

Í dag vórðu Teitur Egholm Fossaberg og Hjalgrím Davidsen, timburlærlingar, lidnir við sveinastykkið. Í hesum sambandi var høvi at síggja sveinastykkini hjá øllum lærlingunum, sum vóru lidnir. Nú er bara lærutíðin eftir, áðrenn Teitur og Hjalgrím verða útlærdir. Vit ynskja báðum hjartaliga tillukku við góðu úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.

Her síggja vit lærlingarnar avmyndaðar við Bjarke B. Thastrup og Rúna Mohr Jónsson, meistarar hjá Teitur og Hjalgrím í ArtiCon.