29-03-2022

Martin A.S. Rønning liðugur við sveinastykkið

Í síðstu viku varð Martin A.S. Rønning, byggismiðslærlingur, liðugur við sveinastykkið. Martin hevur tikið bókliga partin av útbúgvingini á AMU í Odense. 

Martin A.S. Rønning verður útlærdur seinni í ár. Vit ynskja Martin hjartaliga tillukku við góða úrslitinum og alt tað besta í framtíðini.