14-08-2023

Komandi byggifrøðingar í starvsvenjing

Í dag byrjaðu fýra byggifrøðistudentar í starvsvenjing hjá Articon. Teir taka útbúgving sína á Glasi. Ein fimti, sum lesur niðri, byrjar 28. august.
Starvsvenjingartíðin er fastur liður í lestrinum og varir fram til januar komandi ár. Hesa tíðina vera teir við í verkætlanum hjá Articon kring landið og vera eisini partur av tænastutoyminum, sum arbeiðir við prosjektering, tilboðsrokning, burðardygd o.ø.
Vit ynskja komandi byggifrøðingunum bestu eydnu við starvsvenjingini og víðari áfram við útbúgvingini.